Eykalutir

Á goymsluni hava vit orignalar eykalutir til merkini vit umboða fyri sera kappingarførar prísir. Er eykaluturin ikki á goymslu, verður hann bílagdur sum viðskiftafólkið ynskir. Tað kemur meira enn so fyri at originalir eykalutir frá okkum eru bíligari enn óoriginalir eykalutir. So tað er klókt at kannað prísin áðrenn avgerð verður tikin um hvar keypast skal.

Umframt vanligar eykalutir til bilmerkini vit umboða selja vit motorolju og sprinklaravesku v.m. í leysasølu.


Goymsla

 

 


Ivan Johansen Bilar P/f
Hoyvíksvegur 63 - 100 Tórshavn - tlf.: +298 31 36 66