Mercedes Benz 125ár

04.07.11

Mercedes-Benz

Das beste oder nichts

Mercedes Benz 125 ár

 

Í ár fyllir Mercedes Benz 125 ár og er sostatt heimsins elsta bilmerkið. Øll vita, at Mercedes stjørnan borgar fyri góðsku, og Mercedes Benz hevur seinastu árini fingið eitt rættiliga breitt úrval av bilum í øllum klassum. Tú fært tí altíð ein Mercedes Benz, sum passar til tín tørv, og øll modellini verða sjálvandi framleidd við somu framleiðslufilosofi, sum Mercedes Benz altíð hevur havt, Das beste oder nichts.

 

Mercedes Benz kann í ár hátíðarhalda, at tað eru 125 ár síðan at Gottlieb Daimler og Karl Benz framleiddu heimsins fyrsta bil. Tíðin í dag kann sjálvandi ikki samanberast við tíðina í 1886, men Mercedes Benz hevur øll hesi 125 árini hildið seg til einføldu slagorðini hjá Gottlieb Daimler, Das beste oder nichts. Hesi einføldu slagorðini, Tað besta ella einki, er orsøkin til, at øll í dag vita, at Mercedes stjørnan borgar fyri heimsins bestu bilum.

 

Mercedes Benz hevur ikki bert uppfunnið bilin. Síðan 1886 og fram til dagin í dag hevur Mercedes Benz skrásett umleið 80.000 patent í bilídnaðinum. Nevnast kunnu t.d. stoytsonir, sum kroystast saman og taka stoytin, tá ið bilar stoyta saman, trygdarkabinan, sum verjir fólkini í bilinum, tá ið bilar stoyta saman, ABS-bremsur, airbags, ESP og mangt annað. Hetta er alt útgerð, sum Mercedes Benz hevur ment til sínar egnu bilar, men seinni hevur allur bilídnaðurin fingið gleði av hesum uppfinningum.

 

Mercedes Benz framleiddi í nógv ár bert miðalstórar og størri bilar, men fyri nøkrum árum síðan fór Mercedes Benz eisini at framleiða bilar í Golf-klassanum. Royndirnar hjá Mercedes Benz at framleiða stórar og tryggar kvalitetsbilar verða sjálvandi eisini brúktar til smærru bilarnar, og øll modellini hjá Mercedes Benz verða framleidd við somu framleiðslufilosofi, sum Mercedes Benz altíð hevur havt, Das beste oder nichts. Tak t.d. A-klassan, sum er óvanliga rúmligur, komfortabul og eins tryggur sum ein stórur bilur, hóast A-klassin bert er 3,8 metur langur. Tú fært eisini beinanvegin somu fatanina av góðsku, tá ið tú setur teg inn í ein A-klassa, sum tú fært, tá ið tú setir teg inn í ein stóran Mercedes Benz. Í dag kanst tú sostatt fáa ein Mercedes Benz, ið passar akkurát til tín tørv.

 

Ein Mercedes Benz kann ikki lýsast við orðum, hann má roynast. Kom ein túr framvið hjá Ivan bilum og royn ein Mercedes Benz. Vit hava eitt breitt úrval av Mercedes bilum á goymslu, líka frá A-klassanum til teir stóru Mercedes bilarnar, og fólk eru altíð vælkomin at royna ein Mercedes Benz hjá Ivan bilum.

[tidy error]

Ivan Johansen Bilar P/f
Hoyvíksvegur 63 - 100 Tórshavn - tlf.: +298 31 36 66