Søga
P/F Ivan Bilar er eitt felag í støðugum vøkstri og er í dag ein av størstu bilasølum í landinum við einum sera framkomnum verkstaðið. P/F Ivan Bilar umboðar bilmerkini Citroen, Mercedes-Benz, Mitsubishi, Chrysler, JEEP og Dodge. Umframt bilasølu og verkstað hevur Ivan Bilar umboð uppá Dinitrol.
Felagið bleiv stovnað sum ein maskinverkstaður í 1970 og fekk í 1971 umboð uppá Renault. Tey fyrstu árini var virksemi í kjallaranum hjá Ivan Johansen á Láarvegi 7. Síðani vaks virksemi so mikið at tørvur varð á nýggjum hølum. Bygningurin í Ivan Bilar virka í í dag bleiv bygdur í 1982.
Í 1983 fekk Ivan Bilar umboð uppá Citroen, meðan Renault og Volvo løgdu saman í øðrum felag. Í 1984 fylgdu so umboðini uppá ávikavist Mercedes-Benz og Mitsubishi. Sum ein avleiðing av at Mercedes-Benz og Chrysler løgdu saman fyrst í hesi øldini, fekk Ivan umboð uppá Chrysler, JEEP og Dodge.





