Rustviðgerð

P/F Ivan Bilar umboðar í Føroyum Dinitrol, ið er ein av størstu rustviðgerðarveitarum í Danmark við yvir 70 umboðum í kongaríkinum. Fyri at tryggja góðskuna er avtala fingin í lag við Teknologisk Institut (DTI), har hesir eftirmeta allar veitarar hvørt ár. Vit hava sostatt vitjan av umboðum fyri DTI á hvørjum árið, har millum 15 og 20 tilvildarliga útvaldir bilar verða gjøgnumgingnir til tess at tryggja at arbeiði er væl úr hondum greitt og fylgir teimum forskriftum sum eru.

Nú kunnu okkara viðskiftafólk fara inn á www.teknologisk.dk/rustbeskyttelse og tilmelda seg til stakroyndaefitrlit.

Vit fáa nógvar fyrispurningar um nær tað er best at rustviðgerða bilin. Svarið er, at tað er ongantíð ov tíðliga og sjáldan ov seint. Kanningar gjørdar í Svøríki vísa, at so gott sum allir nýggir bilar í dag hava tørv á eini rustviðgerð innan 1. árið.

Ein nýggur bilur verður rustviðgjørdur eftir einum degi, meðan tað tekur 2 dagar at rustviðgerða ein brúktan bil. Hetta tí tann brúkti bilurin skal vaskast í botninum, fyri síðani at standa yvir nátt og turka. Oljan ið verður nýtt verður støðugt betrað og ment, og hetta viðførir at viðskiftafólki ikki sær líka nógv til at bilurin er rustviðgjørdur í dag sum fyri nøkrum árum síðani, tá oljan dryppaði undan bilinum í eina tíð eftir viðgerðina.

Ver vælkomin at ringja til okkara á tlf. 313666 ella send ein teldupost á verkstad@ivan.fo fyri meiri kunning um rustviðgerðina.

 


Ivan Johansen Bilar P/f
Hoyvíksvegur 63 - 100 Tórshavn - tlf.: +298 31 36 66